Róðrarfeløg finnast hvassliga at Róðrarsambandinum

01.10.2020 - 14:19
ÍtrótturKappróður
Róðrarfeløg finnast hvassliga at Róðrarsambandinum
Verður uppskotið um at strika róðrarøkið í Sandavági, doyr kappróðurin í bygdini, sigur forkvinnan í róðrarnevndini
Forkvinnan í Róðrarsambandinum hevur ongar viðmerkingar til tíðindini um, at ætlanin er at strika Sandavág, Hósvík og Hvalvík sum róðrarøki

Róðrarfeløgini í Sandavági, Hósvík og Hvalvík finnast hvassliga at ætlanini hjá Róðrarsambandinum at strika róðrarøkini í bygdunum.

Í Sandavági hava tey lagt nógva orku í at byggja kappróðurin upp. Tey hava millum annað fingið eitt nýtt neyst við góðum venjingarumstøðum til bæði summar og vetur.

Veður uppskotið samtykt, doyr kappróðurin í bygdini, sigur Hansina á Plógv, forkvinna í róðrarnevndini.

Kringvarpið hevur tosað við Anniku Dalsgarð, forkvinnu í Róðrarsambandi Føroya, men Róðrarsambandið hevur ongar viðmerkingar til málið.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851