Nón

Ein tølandi heimur undir vatnskorpuni
24-11-2020
"Havsins aldingarður" er heitið á nýggjari myndabók eftir Harald Bjørgvin

- Eg vil gjarna vísa teimum, sum ikki hava sama møguleika sum eg, hvussu vakurt tað er við strendurnar og undir vatnskorpuni.

Soleiðis sigur Harald Bjørgvin, sum nú gevur út bókina "Havsins aldingarður".

Tað gátuføra, tað vakra og tað fjalda eru myndevni í bókini, har Haraldur Bjørgvin á kavaraferðum um landið hevur tikið myndir av taraskógum og av ævintýrakendum djóralívi í sjónum.

Bókin byrjar við einum inngangi, Orð frammanundan, sum Harald sjálvur hevur skrivað um tað at kava og taka myndir við føroysku strendurnar.

Til hvørja mynd er eisini ein stutt frágreiðing um upplivingina, tá myndin var tikin, og harafturat eru nøkur orð frá lívfrøðinginum Jan Sørensen, ið greiðir frá fyribrigdinum, sum er avmyndað. 

Teksturin er eisini umsettur til enskt.

Hoyr áhugaverdu samrøðuna við Harald Bjørgvin her.

Tikin - mynd: Harald Bjørgvin Kópur etur rognkelsi - mynd: Harald Bjørgvin
Sjónota - mynd: Harald Bjørgvin

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022