Samgongan ikki undirtøku millum fólk

28.11.2020 - 12:53
InnlendisPolitikkur
Samgongan ikki undirtøku millum fólk
Samgongan hevur ikki undirtøku millum fólk í málinum um barsilspening til samkynd. Tað vísir ein spyr.fo kanning
Í ljóðbrotinum hoyra tit Christian Andreassen, tingfólk fyri Fólkaflokkin, Beintu Løwe, tingfólk fyri Tjóðveldi, Bill Justinussen, tingfólk fyri Miðflokkin og Johan Dahl, tingfólk fyri Sambandsflokkin

Tað er stórur munur á tingsins vilja og viljanum hjá fólki í Føroyum um møguleikan hjá samkyndum at fáa somu rættindi til barsilspening sum onnur foreldur. 

Meirilutin av samgongan er ímóti uppskotinum hjá átta andstøðutinglimum, sum javnstillar øll í mun til barsilsskipanina, men ein spurnarkanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo, vísir, at stórur meiriluti er fyri at javnstilla samkynd við onnur foreldur í barsilsskipanini. Heili 66,2 prosent eru fyri at javnstilla, meðan 23,5 prosent eru ímóti. 

Tað elvdi til hvassan orðadrátt millum tinglimir, tá uppskotið var fyri 17. nov. Serliga Johan Dahl, tinglimur fyri Sambandsflokkin, vakti ans, tá ið hann valdi at ganga egnar leiðir í stríð við samgonguleistin. 

Uppskotið er farið í nevnd. Rættarnevndin væntast at leggja eitt álit fram 17. desember. 

 


 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010