Kommunan: Fleiri pedagogar næstu árini

28.11.2020 - 12:48
InnlendisPolitikkur
Kommunan: Fleiri pedagogar næstu árini
Normeringin á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu skal hækka komandi árini. Tað samtykti Tórshavnar býráð á býráðsfundi hóskvøldið

Eftir fakligari ráðgeving frá umsitingini í Tórshavnar Kommunu hevur býráðið tikið undir við at hækka normeringina, so at tað er eitt starvfólk til trý vøggustovubørn, eitt starvfólk til seks barnagarðsbørn, og eitt starvsfólk til níggju frítíðarskúlabørn. 
Hetta kostar í alt 36 milliónir krónur, og skal tann játtanin gevast yvir eitt áramál, sum enn ikki er ásett. 
Hendan normeringin leggur seg uppat tí, sum Pedagogfelagið hevur viðmælt.

Funnist at

Tað hevur leingi verið funnist at lágu normeringini í Tórshavnar Kommunu, og ein teirra, sum fyri stuttum legði frá sær millum annað orsaka av lágu normeringini, er Maika Samuelsen, sum var leiðari á býlingshúsinum í Maritugøtu. Hennara royndir eru, at børnini verða strongd, tá ið tað eru ov fá vaksin um tey. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851