Skundbussar oman í miðbýin í Havn

03.12.2020 - 12:20
InnlendisSamfelag
Skundbussar oman í miðbýin í Havn
Endamálið er at fáa fólk at parkera longri upp í býnum
Frá 14. til 23. desember fer Bussleiðin í Havn at royna eina nýggja skundleið. Millum fimm og 10 minuttir verða millum hvønn bussin

Tekniska nevnd í Tórshavnar kommunu samtykti í gjár eina royndarverkætlan við tveimum skundbussum, sum skulu koyra aftur og fram millum parkeringsøkið á Hálsi og miðbýin, frá kl. 12 til kl. 20.

Royndarkoyringin verður frá 14. til 23. desember, tollaksmessudag.

Hetta er partur av arbeiðnum frameftir at fáa fólk at parkera longri uppi í býnum og so taka skundbussar oman í býin.

Hoyr Jákup Dam, formann í teknisku nevnd, í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819