- Tíðindi, mentan og ítróttur
Navalnyj lumpaði fregnartænastuna

Tak niður
Russiska trygdartænastan, FSB, varð lumpað, tá andstøðingurin, Aleksej Navalnyj, ringdi til ein av agentunum, sum royndi at drepa seg.
Navalnyj ringdi til FSB-agentin, Konstantin Kudrjavstev, og gav seg út fyri at vera ein annar. Har fekk hann váttað, at FSB hevði roynt at eitrað seg.
Alexey Navalny legði telefonsamrøðuna út á Twitter.
Stjórnin svarar aftur
Talsmaður hjá russisku stjórnini, Dmitry Peskov, vísti aftur frásøgnin hjá Navalny, í heldur óvanligari og hvassorðaðari viðmerking, skrivar The Guardian.
Hann segði í dag, at tað er púra greitt, at Navalny hevur eltingarørsku, - at hann er vísur í at onkur er eftir sær.
Peskov segði eisini, at Navalny roynir at samanbera seg við Jesus, og at hann hevur eina Freudiska fasinatión av sínum undirlívið.
Hoyr ljóðið í útrvarpsinnslagnum.