Nón

KATA leitar aftur til 1902
12-01-2021
11 løg, sum byggja á gomul kvæði, skjaldur og vísur, eru á nýggju KATA-fløguni, har eisini slagverk, urga og elekronikkur eru at hoyra

- Útgávan eitur 1902, tí flestu sangirnir eru útsetingar av løgum, sum eru funnin á upptøkum frá 1902 av sangarum ymsastaðni úr Føroyum.

Soleiðis sigur Unn Paturson, sum eigur allar útsetingarnar á fløguni 1902 hjá KATA, sum eisini telur Arnfríð Lútzen, Guðrið Hansdóttir, Biritu Adelu Davidsen og Eyð Steinbjørnsdóttir.

Tað var danski tónleikasøgufrøðingurin Hjalmar Thuren (1873-1912), sum ferðaðist um oyggjarnar og tók føroyskar sangarar upp á fonografiskar sylindarar í 1902.

Kvinnukvintettin Kata er eisini kent fyri at syngja bulgarskan fólkatónleik, og tær hava áður givið út Tívils døtur.

Hoyr samrøðuna við Unn Paturson. Vit hoyra eisini nøkur løg frá nýggju fløguni, eins og vit hoyra dømi um upptøku hjá Hjalmar Thuren.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022