Góðan morgun Føroyar

Magni Husgaard við persónligari útgávu
12-01-2021
Hetta verður kanska einasta útgáva hjá mær, og tí vildi eg fegin gera tað ordiligt, sigur 47 ára gamli klaverleikarin

Á ársins síðsta degi í 2020 læt Magni Husgaard frá sær instrumentala soloútgávuna, Reflections.

Manningin er, umframt Magna Husgaard á klaveri, Petur Hans Niclasen, el-gittar, Eyðun Johannesen, kontrabass og Høgni Klakkstein á trummum.

Tónleikurin er spældur live í studio. Hans Poulsen tók upp. Óli Poulsen hevur tikið sær av miksing og mastring.

Magni Husgaard sigur, at honum dámar væl at reflektera um tilveruna. Hetta sæst aftur á heitunum, sum løgini hava fingið. Eitt nú Daughters, Twenty-Two and a Half Years og We're All Ghosts.

Man roynir at leggja nakrar ávísar kenslur í løgini, vísir Magni Husgaard á.

Reflections er í løtuni bara tøk á netinum, men kanska hon kemur út á vinyli seinni.

Tað er plátufelagið TUTL, ið gevur út.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024