Jacob Vestergaard kannar grundarlag fyri at kæra

16.01.2021 - 14:14
InnlendisPolitikkur
Jacob Vestergaard kannar grundarlag fyri at kæra
Landsstýrismaður í fiskivinnumálum ætlar at kæra dómin, sum Fiskimálaráðið fyrr í vikuni tapti móti Reiðarafelagnum, um grandarlag er fyri kæruni.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur biðið embætisverkið kanna, um grundarlag er fyri at skjóta málið, sum ráðið fyrr í vikuni tapti inn fyri hægri rættt.

Tað var fyrrverandi landsstýrismaðurin, Høgni Hoydal, sum fekk løgtingið at áseta við lóg, at manningarnar skuldu sleppa undan at gjalda sín part fyri kvoturnar, sum reiðaríini keyptu á royndaruppboðssølu í 2016.

Reiðarafelagið fór í rættin við málinum, og hósdagin kom Føroya Rættur til ta niðurstøðu, at Fiskimálaráðið IKKI hevði rætt til at halda manningarnar skaðaleysar, tá reiðarar keyptu kvotur á uppboðssøluni . Tískil hava reiðararnir eftir úrskurðinum goldið tilsamans 18 milliónir krónur ov nógv fyri tær kvotur, sum keyptar vórðu á royndaruppboðssøluni í 2016.

Viðurskiftini um, at manningarnar skuldu rinda sín part vóru avtalað í sáttmála millum reiðararnar og manningarnar. Og Føroya Rættur heldur, at tað er beinleiðis í stríð við evropesika mannarættindasáttmálan at lóggeva inn í slíkar gjørdar avtalur.
Jacob Vestergaard var ein teirra, ið var harðliga ímóti uppboðssølu av kvotum, og hann var eisini ímóti, at løgtingið skuldi leggja seg út í viðurskiftini millum reiðarar og manningar. Men hann ætlar IKKI, at tað skal ávirka støðutakan hansara, nú hann situr við evstu fyrisitingarligu ábyrgdini í Fiskimálaráðnum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887