Meg minnist

Meg minnist: Pætur Rasmussen (2:4)
17-01-2021
Jógvan Arge hittir Pætur Rasmussen á Skála. Onnur sending

Pætur Rasmussen búði nógvastaðni í Grønlandi í 30 ár. Eftir Upernavik var hann í Christianshåb og Illulisat/Jakobshavn. Veðurlagið var ongastaðni tað sama. Eitt veðurlag er í Suðurgrønlandi, eitt annað á Nuuk-leiðini, eitt triðja í Diskovíkini og eitt fjórða í Thule.

Serliga nógv tyrluferðsla var til Jakobshavn nærhendis Marmorilik. Pætur fekk starv sum støðleiðari hjá Grønlandsfly suðuri í Narsarsuaq, og fimm ár seinni flutti hann til Syðra Streymfjørð.

Hann skuldi vegna Grønlandsfly yvirtaka handlingina av ferðafólki og viðføri frá SAS. Øll vóru ímóti honum, men loksins varð friður, arbeiðið yvirtikið, og tey flestu vóru glað. Pætur var í Streymfjørðinum til 1988.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023