Málteigurin

Eiga at fáa útbúgving í rættlestri
18-01-2021
Tað er sera torført at finna fólk at rættlesa, og nógv teirra, ið fáast við tað, fella frá fyri aldur, samstundis sum ongin er at taka við

Tað stendur á at finna rættlesarar og týðarar í Føroyum.

Elin Henriksen, málkøn, sum eisini hevur rættlisið og týtt í nógv ár, sigur, at tað vísir seg at vera torført at finna fólk, sum bæði duga væl og tíma at týða og at rættlesa.

Nógv teirra, ið fáast við rættlestur, fella frá fyri aldur, og eingin er at taka við, sigur hon og heldur, at ein útbúgving hevði bøtt um støðuna.

- Eg vildi ynskt, at tað bleiv gjørd ein útbúgving á Setrinum, har fólk kundu nomið sær útbúgving í málsøgu, mállæru og týðing burturav, og samskifti kundi eisini verið partur av henni. Altso 'føroyskt' uttan bókmentir og bókmentasøgu, sigur Elin Henriksen.

Hetta skuldi verið ein útbúgving, ið beinleiðis varð ætlað til at arbeiða við at orða fakligar tekstir, týða og rættlesa. Nógv, sum granska og skriva fakligar tekstir, hava ikki málsliga førleikan til at orða innihaldið á lættfatiligum og flótandi føroyskum, og her hevði góð hjálp verið í yrkislærdum fólki til júst tað.

- Tørvurin er alstórur, og eg ivist ikki í, at tað hevði verið stórur málsligur fyrimunur fyri okkum øll, um hetta varð sett í verk. Kann nevna, at eg haldi, at tann arbeiðsnøgdin, eg má siga nei til, er líka stór sum tann, eg fremji, er, sigur Elin Henriksen.

A og Æ

Lurtari hevur spurt, hví Elin Henriksen sigur æ um bókstavin, a. Málkøna kvinnan ger vart við, at bókstavurin eitur æ og greiðir soleiðis frá:

- Tey, sum gjørdu okkara núverandi stavseting, gjørdu longu frá byrjan vart við, at á føroyskum eitur fremsti bókstavur í stavraðnum /ea/. Og fyri ikki at blanda við næstseinasta bókstav í stavraðnum, varð hesin nevndur seinna æ, eins og vit hava i og seinna-y.

Málteigurin

Føroyskt mál og mállæra eru til viðgerðar í sendingini Málteigurin, har Elin Henriksen er gestur. Fleiri evni verða tikin upp hvørja ferð, og lurtarar kunnu eisini senda spurningar og viðmerkingar inn til sendingina, sum eisini verða svarað og viðgjørd. Sendingin er at hoyra hvønn mánamorgun klokkan 9.05 og endursend leygardag klokkan 14.00.
Føroyar hava fingið sína fyrstu løggildu stavsetingarorðabók. Tað merkir, at Stavsetingarorðabókin ásetur almennar, føroyskar stavsetingarreglur, og hvussu vit eiga at stava
25-03-2024
Kvennkynsorðið vreiði er til viðgerðar í dagsins sending, eftir at ein prestur segði vreiða heldur enn vreiði. Elin Henriksen, málkøn, greiðir frá, hvussu hetta hongur saman
18-03-2024
Lurtari hevur hug til at týða danska orðið hygejne til heilsufrøði, men tað er at avmarka hetta hugtakið alt, alt ov nógv, heldur Elin Henriksen, málkøn
11-03-2024
Orðasmíð lyftir tekstir upp á eitt hægri stig. Ein av okkara heilt góðu orðasmiðum er skaldið Martin Joensen og við dømum úr hansara tekstum tosa vit um skaldsligt orðasmíð
04-03-2024
Eitt orð, sum mong ivast í, er danska orðið omsorgssvigt, sum mangan verður týtt til umsorganarsvik. Tvey betri orð eru: umsorganartrot og vansorgan, sigur Elin Henriksen
26-02-2024
Forhoyr og frágreiðing eru ikki tað sama, og lógarverkið brúkar ikki sjóforhoyr. Tí eiga vit at siga sjófrágreiðing á føroyskum, sigur Elin Henriksen, málkøn
19-02-2024
Skriðulop, skalvalop, áarlop og omanlop eru ikki tað sama, men summi kunnu brúkast hvørt um annað
12-02-2024
Føroyska navnalóggávan er ung, og tí eru fleiri stavsetingar til summi nøvn. So sum Elisabeth/Elisabet og Christian/Kristian. Skalt tú brúka -th og ch- fylgja treytir við
29-01-2024
Millum ung hoyrist nýggjur málburður, har tey millum annað siga: 'Tað áhugar meg' heldur enn 'eg havi áhuga' ella 'hatta er áhugavert'
22-01-2024
Nýggi kongurin eitur Fríðrikur 10. akkurát sum abbin æt Fríðrikur 9., og tí er tað ikki nýtt, at kongur verður róptur Fríðrikur á føroyskum
15-01-2024
Fyrr var púra vanligt at brúka orðið, bein ella beint, um nakað, sum er rætt. Til dømis var vanligt at siga: bein klokka er 11.07
08-01-2024
Ársins orð er vitlíki, og framburðurin kann vera við bæði longum og stuttum i: [vi:t] og [vɪt]. Nýggjaru orðini tykjast at leggja seg eftir longra framburðinum
18-12-2023