Góðan morgun Føroyar

DR leitar eftir føroyingum til nýggja sending
21-01-2021
Anders Agger og Anne Hjernø koma til Føroyar at gera upptøkur til eina sending um Norðurlond

Í ár ætla væl dámdu sjónvarpsfólkini Anders Agger og Anne Hjernø at gera eina sjónvarpssending í seks pørtum um Norðurlondini. Til tann eina partin skulu upptøkur eisini gerast í Føroyum. Í tí sambandi leita tey eftir føroyingum og dønum í Føroyum at vera við í sendingini. Tey leita serliga eftir teimum, sum búgva óvanlig støð, arbeiða við serligum norðurlendskum rávørum, ella teimum, ið vita eina góða søgu - t.d. um norðurlendskan felagsskap.

Møguliga er tað tær tey leita eftir, ella møguliga kennir tú onkran, sum hevði hóskað seg væl til at verið við í sendingini - um so er, ber til at geva teimum eitt prei á norden@dr.dk, har tú greiðir frá júst hví viðkomandi hevði verið rætti persónur at havt við í sendingini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024