Góðan morgun Føroyar

Fleiri enn ein millión hava dámað myndina
21-01-2021
Eg havi ongantíð upplivað tílíkt fyrr, sigur Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim

Fyrr í vikuni legði Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim tvær myndir, sum hon hevur teknað á Photoshop, út á Twitter. Tær vóru tó settar saman og lagdar út sum ein mynd.

Fyrru gjørdi hon, tá hon var 16, og seinnu fyri stuttum, nú hon er 24 ár.

Tá hon fór í song hetta kvøldið, myndin var løgd út, hevði hon fingið nøkur 1000 likes.

Morgunin eftir var tað vaksið til 30.000.

Síðani tók tað veruliga dik á seg. Í dag hava fleiri enn ein millión dámað myndina á Twitter.

Eg skilji hetta ikki ordiliga, sigur Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim.

Hon dugir ikki rættiliga at siga, hví júst hesar myndirnar hava fingið so óvanliga nógvar afturmeldingar.

Samansetta myndin vísir, hvussu listin er broytt seinastu átta árini.

Fyrra myndin, sum er av eini fjallarøð, varð gjørd, tá hon var 16. Seinna, ið er ein býarmynd, er teknað fyri stuttum.

Sjálv heldur Bjørk, at hon er ógvuliga nógv broytt sum listafólk hesi árini.

Myndin sæst á hesum leinki.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024