Góðan morgun Føroyar

Vit syngja tríraddað, tá maturin kemur á borðið
02-03-2021
Mamma, sonur og dóttir eru felags um at lata nýggjan song úr hondum

Charlotta á Váli Olsen sigur, at tað var ein vøkur mynd, sum maðurin tók jólamorgun, ið var íblástur til orðini í nýggja sanginum.

Tá Charlotta hevði skrivað nakrar reglur um myndina, bleiv hon løgd á Facebook.

Dóttirin, Jona á Váli Olsen, helt, at henda yrkingin, Spírandi vár, var so vøkur, at hon átti at blivið til ein sang.

Tær sendu Ólavi, beiggja Jonu, yrkingina. Hann settist at gera eitt lag til orðini. Tað tók sína tíð, minnist hann.

Kim Hansen og Ólavur á Váli Olsen hava havt tætt samstarv í hesi vikuni í tilgongdini at fáa sangin lidnan.

Hóast Jona og Ólavur onkuntíð hava sungið saman á konsert fyrr, so er hetta fyrstu ferð, at tey eru saman á studioupptøku. Mamman, Charlotta á Váli Olsen, syngur kór á upptøkuni.

Hetta er nakað heilt serstakt, og tað kann væl vera, at tað bara er byrjanin.

Tónleikur spælir ein týðandi leiklut í familjuni, viðurkenna tey.

Tað er ikki óvanligt, at vit synga tríraddað fyri matinum, siga tey brosandi.

Her kann sangurin hoyrast á YouTube.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024