Kommunufelagið skal finna eina semju skjótt

03.04.2021 - 18:02
InnlendisSamfelag
Kommunufelagið skal finna eina semju skjótt
Helgi Abrahamsen ætlar ikki at bíða leingi eftir at kommunurnar semjast um hvussu vit loysa trupulleikan við larmi frá havnaløgunum

Felagið Heimafriður sigur seg óttast at málið ikki verður loyst kortini, nú kommunurnar hava boðað frá, at tær vilja finna eina semju áðrenn landsstýrismaðurin lýsir sína kunngerð um markvirði fyri larmi og hvussu larmur skal mátast.
Trina Eysturoy talsfólk fyri felagnum Heimafriður segði í útvarpstíðindunum á middegi at kommunurnar mugu takast av ræði tí tær ikki megna at lyfta uppgávuna at verja borgararnar móti larmi.

Í fleiri ár hava borgarar í Ánunum, á Signabø og í Runavík kært sína neyð um larm frá skipum við kei.

Hetta er ein trupulleiki sum er ringur at hava við at gera, tí kommunurnar kappast um skipini og krónurnar, sum tey leggja eftir seg.

Tí bað fyrrverandi formaðurin í Kommunufelagnum, Dennis Holm, Helga Abrahamsen, landsstýrismann, sum varðar av økinum, um loysa trupulleikan.

Úrslitið er ein kunngerð, sum er klár at lýsa og sum ásetur eitt markvirði fyri hvussu nógv tað kann larma í bygdum øki.
Haraftrat, at mátingar av larmi, sum skulu brúkast til at hondhevja reglurnar skulu gerast á landi og ikki umborð á skipunum

Men síðani hevur verið kommunuval - Heðin Mortensen er nýggjur formaður og Kommunufelagið hevur broytt meining.
Nýggja kommunufelagið vil heldur finna eina innanhýsis semju um hvussu málið kann loysast áðrenn kunngerðin verður lýst.

Men tað skal ganga skjótt, tí kunngerðin skal setast í verk tann 1. juli, sigur Helgi Abrahamsen.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585