Góðan morgun Føroyar

Foreldur kunnu fáa bjóðað ókeypis par-skeið
16-04-2021
Tað er stovnurin, MEA - húsið fyri familjumenning, sum stendur fyri nýggja tilboðnum

Nú fer stovnurin, MEA - húsið fyri familjumenning, undir at bjóða øllum pørum, ið gerast foreldur fyri fyrstuferð, ókeypis par-skeið. Hetta letur seg gera, nú Almannamálaráðið og fleiri kommunur í Føroyum eru við til at stuðla undir.

Endamálið hjá MEA er at arbeiða fyri tryggleika og trivnaði í samspælinum millum menniskju. Vit vilja styrkja relatiónir og fyribyrgja mistrivnaði gjøgnum upplýsing og útbúgving til gleði fyri børn, ung og vaksin. Vit vilja vera við til at styrkja tann einstaka, familjuna, parlagið og foreldrasamarbeiðið eftir møguligan skilnað sigur Vígdis Skorheim, ið er leiðari fyri MEA.

Fyri nøkrum árum síðani gjørdu vit samstarv við Center For Familieudvikling í Danmark, ið hevur arbeitt á hesum øki í fleiri ár, og hevur drúgvar royndir. Vit hava eitt nú skipað fyri ráðstevnum, fyrilestrum og skeiðum, men nú víðka vit um tilboðið, os øll, ið gerast foreldur fyrstuferð, kunnu fáa ókeypis par-skeið sigur Vígdis, ið eisini fegnast um, at løgtingið hevur játtað pening til at arbeiða fyribyrgjandi.

Vit fara at leggja okkum eftir at koma út í nærum hvønn krók í Føroyum, so tilboðið kann veitast í nærumhvørvinum. Í juni verður heimasíðan dagførd, so møguligt verður at tekna seg til skeiðini, og velja júst tað skeiðið, ið hóvar einum best. Eisini ber til at ringja ella skriva teldupost, upplýsir leiðarin fyri MEA.

Á heimasíðuni www.mea.fo kann lesast meiri um stovnin.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024