- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Vælferðarnevndin hjá Norðulandaráðnum ætlar sær at kanna lógina um fosturtøku nærri, eftir at ST frágreiðing sigur, at føroyskar kvinnur, ið velja fosturtøku, verða kriminaliseraðar. Hvat er veruliga innihaldið í frágreiðingini hjá ST, hvørjir eru trupulleikarnir hjá føroyskum kvinnum viðvíkjandi fosturtøku og eiga norðurlendskir politikarar at blanda seg í innlendis føroysk viðurskifti.
Regin Hammer er nýggjur stýrisformaður í Bústøðum. Hann varð formaður í bólkinum, sum gjørdi álit til landsstýriskvinnuna um bústaðarpolitisk átøk. Tá kom vátt í reiðrið millum hann og stjóran í Bústøðum.
Tá teir hittast aftur, er Regin Hammer stýrisformaður hjá stjóranum.
Hvør verður kósin og hvussu verður samstarvið við stjóran. Tað spyrja vit Regin Hammer um í dag?
Luttakarar: Regin Hammer, stýrisformaður í Bústøðum, Turið Hermansdóttir, fólkalívsfrøðingur, Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, Jóan Pauli Jakobsen, Anna Falkenberg, umboð í norðurlandaráðnum fyri norðurlendska ungdómsráðið, Jaspur Langaard, limur í norðurlandaráðnum, Aksel Johannesen, varalimur í norðurlandaráðnum.
Teknikari: Høgni Fagraberg
Sendingina gjørdu: Elin Mirjamsdóttir, Tróndur Herason Olsen, John Johannessen, redaktørur.