Breddin

Breddin
04-05-2021
Samtykkilóg fyri neyðtøkulóg, og donsk lóggáva um kritiskan infrastruktur

Í Føroyum hava vit eina neyðtøkulóggávu - men sambært Amnesty í Føroyum, burdi hendan lógin verði broytt til eina lóggávu, sum er grundað á samtykki. Katrin Dam á Neystabø, forkvinna í Amnesty í Føroyum, og Kristina Samuelsen, advokatur, greiða frá hvat ein samtykkilóggáva er og hví verandi lóggáva í Føroyum ikki er nøktandi. Síðani skifta Jaspur Langgaard úr Sambandsflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi orð um, hvat er rættast at gera.

Tann fyrra av tveimum sonevndum screening-lógum varð endaliga samtykt í Fólkatinginum ídag. Hon snýr seg um kritiskan infrastruktur í samfelagnum, sum útlendingar ikki skulu kunna keypa, uttan víðari. Vit taka samanum málið og tosa við Orla Hav, framsøgumann hjá Sosialdemokratiska flokkinum í hesum máli. Næsta stigið er at fáa líknandi lóggávur at galda - eisini fyri Føroyar og Grønland. Men hvussu skal tað gerast? Tað spyrja vit Bárð Nielsen, løgmann, og Høgna Hoydal, formann í Tjóðveldi.

Lagt til rættis: Arnfríð Joensen Dahl, Krista Johnsdóttir Kreutzmann, Kaj Joensen og Jón Brian Hvidtfeldt
Redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024