- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Sjúrður Nolsøe hevur koyrt skúlabørn í 50 ár
17-06-2021
Morgunsendingin er busstúr við Sjúrði. Meðan koyrt verður úr Dali og til Meginskulan greiðir Sjúrður frá ymsum minniligum hendingum
Tá Sandoyar meginskúli læt dyrnar upp í september í 1971, byrjaði Sjúrður Nolsøe at koyra við skúabørnum.
Nú, sløk 50 ár seinni, koyrir hann framvegis.
Men tá skúlaárið endar, gevst Sjúrður.
- Eg eri blivin 75 ár, og tá er man ikki ungur longur, sigur Sjúrður. Hann væntar tó, at hann fer at brellast, tá næsta skúlaár byrjar.
Børnini eru ómetaliga fitt. Hann kemur í tankar um eina keðiliga hending, tá eitt kavablak kom sendandi fram á rútin. Tann næmingurin slapp at ganga til hús tann dagin.
Tað verður eingin trupulleiki at fáa tíðina at ganga. Sjúrður Nolsøe hevur fingist nógv við kríatúr.
Nú verður møguleiki at gera meira við tað.
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024