Útróðrarmenn vilja hava størri makrelkvotu

03.07.2021 - 13:26
InnlendisVinna
Útróðrarmenn vilja hava størri makrelkvotu
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er í ferð við at gera eina nýggja kunngerð um makrelfiskiskap. Hann er sinnaður at ganga øðrum ynskinum á møti.

Føroyska makrelkvotan er hækkað við 60.000 tonsum, so at hon tilsamans nú er 167.000 tons.

Fyrr í ár bleiv ein kunngerð lýst við fyribilstølum, fyri at skipini kunnu fiska. Nú tað er greitt, hvussu stór makrelkvotan verður í 2021, hevur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum sent eina nýggja kunngerð til ummælis.

Hon fellir ikki í góð jørð hjá Meginfelag Útróðrarmanna, har Finnbjørn Vang er formaður.

Í verandi kunngerð fáa útróðrarbátarnir 192 tons, og í nýggju kunngerðini 389 tons. Talan er um felagskvotu, ímeðan allir aðrir skipabólkar fáa eginkvotur.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum sigur, at orsøkin til, at kvotan er so lítil er, at útróðrarflotin ikki hevur gagnnýtt møguleikan hini árini. Men fara bátarnir undir fiskiskap eftir makreli, og hann eydnast væl, so er landsstýrismaðurin sinnaður at hækka kvotuna, tí 10.000 tons eru ikki býtt enn.

Finnbjørn Vang heldur, at útróðrarflotin átti at fingið eini 4-5000 tons. Og hettar átti eisini at verið eginkvota.

Men landsstýrismaðurin heldur tað ikki vera eitt gott hugskot at lata útróðrarflotanum eginkvotur.

Spurningurin er, um landsstýrismaðurin mótsigur sær sjálvum, tí allir aðrir skipabólkar fáa eginkvotur, og fleiri skip selja kvotuna til nótaskipini.

 

HOYR INNSLAGIÐ, SUM VAR Í ÚTVARPSTÍÐINDUNUM
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887