- Tíðindi, mentan og ítróttur
Soltin januar mánaður merktist í Klaksvík
12.07.2021 - 12:29
Innlendis›Politikkur
Soltin januar mánaður merktist í Klaksvík
Tað var serliga januar mánaður, ið var óvanliga soltin, sum er orsøkin til, at minni er komið í kommunukassan í Klaksvík, sigur borgarstjórin
Klaksvíkar kommuna fekk meir enn 2,3 milliónir krónur minni inn í skatti fyrra hálvár í ár samanborið við fyrra hálvár í fjør.
Minkingin svarar til 2,07 prosent.
Serliga januar mánaður var soltin.
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu sigur, at kommunan hevur nógvar dýrar verkætlanir í gongd í løtuni, og at tað kann gerast neyðugt at bíða við onkrum av teimum, um skattainntøkurnar ikki fara at halda mát restina av árinum.
Karl Johansen vónar kortini, at kommunan fer at fáa fleiri skattainntøkur, nú arbeiðið við tunlunum Norður um Fjall fer í gongd, og at økta makrelkvotan eisini fer at gagna kommununi, nú uppsjóvarskipini fara til verka aftur.
HOYR SAMRØÐUNA VIÐ BORGARSTJÓRAN.
.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV