Føroya Tele-stjórin: "Vórðu ikki trýst at velja Ericsson"

19.08.2021 - 20:06
InnlendisTøkni
Føroya Tele-stjórin: "Vórðu ikki trýst at velja Ericsson"
Jan Ziskasen, samtaksstjóri í Føroya Tele, vísir aftur, at Føroya Tele varð trýst av politiska myndugleikanum til at vraka Huawei sum veitara av 5g-netinum
Jan Ziskasen, samtaksstjóri í Føroya Tele, ásannar, at tað hevur verið trupult at verið mitt í stórpolitiska brennideplinum í sambandi við vali av veitara til 5G-netið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Ericsson verður veitari av 5g-netinum hjá Føroya Tele.'

Tað varð kunngjørt á tíðindafundi í dag.

Harvið er eitt eldfimt politiskt mál eisini loyst, tí 5g-netið hjá Føroya Tele bleiv í 2019 eitt trygdarpolitiskt stórmál, sum gjørdi, at Føroyar og landsstýrið brádliga kom í kløtur millum Kina øðrumegin og USA og Danmark hinumegin.

USA ákærdi Kina fyri at brúka Huawei til at njósnast móti vesturheiminum, meðan Kina legði trýst á sjálv eitt lítið land sum Føroya fyri at fáa landið at velja Huawei-tøkni til 5g-netið. 

Og amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, lat ongan iva vera um, at tað kundi fáa avleiðingar fyri Føroyar, um føroya tele valdi Huawei sum veitara av sínum 5g-neti, tá hon vitjaði í Føroyum í juli í fjør.

Bylgjurnar gingu høgt í bæði landsstýrinum og á Føroya Tele, men nú er stormurin hæsaður av, tí tað verður Ericsson, og ikki Huawei, sum verður veitari av 5g-netinum hjá Føroya tele.

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887