FISF umsitur nú MSC góðkenningina

10.09.2021 - 13:35
InnlendisVinna
FISF umsitur nú MSC góðkenningina
Um fiskurin skal varðveita MSC góðkenningina, má hann nú avreiðast til feløg, sum hava avtalu við FISF 
Durita í Grótinum er stjóri í nýggja felagnum

Faroe Islands sustainable Fisheries, stytt FISF, er nýtt felag, sum hevur yvirtikið MSC góðkenningina av botnfiski. 

Skulu skip og bátar sum fiskað tosk, hýsu, upsa, longu og brosmu undir Føroyum fáa fiskin MSC góðkendan, skal hann avreiðast til landingarmiðstøðir ella virki, sum hava avtalu við FISF.

Sølufeløg mugu eisini hava avtalu við FISF, um vøran skal seljast sum MSC góðkendur fiskur. 

Endamálið er at kostnaðurin verður býttur so rímiligt sum gjørligt millum tey feløg, sum vilja keypa, selja og virka MSC góðkendar fiskavørur.

Hoyr samrøðuna sum Marjun Dalsgaard hevði við Duritu í Grótinum, stjóra í FISF, í tíðindinum á middegi. 
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584