Flestu flokkar taka undir við springaradrápi

16.09.2021 - 10:44
InnlendisSamfelag
Flestu flokkar taka undir við springaradrápi
Sambandsflokkurin mælir til at steðga á ella avmarka springaradráp
Ein stórur meiriluti av flokkunum er fyri at drepa springarar, um tað er burðardygt, og verður gjørt á rættan hátt.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

"Skulu føroyingar drepa springarar á sama hátt, sum vit drepa grind?"

Tað spurdi Kringvarpið floksformenninar og kvinnurnar í kjalarvørrinum á ógvusliga kjakinum um springaradrápið í Skálafirði.

Ein stórur meiriluti av flokkunum er fyri at drepa springarar, um tað er burðardygt og verður gjørt á rættan hátt.

Miðflokkurin, Sjálvstýri, Framsókn, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin eru allir fyri prinsipiella rættinum til at drepa springarar á sama hátt, sum vit drepa grind.

Bara Sambandsflokkurin er sinnaður at tosa um at gevast við springaradrápi ella at avmarka tað.

Tað hevur ikki eydnast at fáa viðmerking frá Jørgeni Niclasen, formanni í Fólkaflokkinum.

Men Christian Andreasen, formaður fyri tingbólkin hjá Fólkaflokkinum, er atfinningarsamur ímóti springaradrápinum.

Hann sigur á Vágaportalinum, at "vit eiga at spyrja okkum sjálvi, um vit vilja rinda tann prísin, sum springaradrápið kann koma at kosta okkum."

Hoyr samrøður við Aksel V. Johannesen, formann í Javnaðarflokkinum, og Bárð á Steig Nielsen, løgmann og formann í Sambandsflokkinum, í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010