Góðan morgun Føroyar

Fimm mammur tóku stig til Lesifelagið
20-09-2021
Vit hava ikki fyri neyðini at lýsa fyri felagnum. Tey, sum hava brúk fyri tí, finna okkum, sigur forkvinnan í Felagnum fyri lesi- og skriviveik

Fyri 20 árum síðani var Anne Karin Kjeld við til at seta Felagið fyri lesi- og skriviveik á stovn. Hon bleiv tá fyrsta forkvinna í felagnum. Tað er hon framvegis.

Tær fimm mammurnar at børnum, sum høvdu avbjóðingar við lesing og skriving, ásannaðu, at eingi skipað tilboð vóru til børnini. Hetta var spírin til Lesafelagið.  

- Vit eru ikki bara um børnini, meðan tey ganga her. Vit fylgja teimum eisini víðari á yrkisleiðini. Her eru nógvar sólskinssøgur, siga tey trý, Anne Karin Kjeld, forkvinna, Durið Eyðbjørnsdóttir, nevndarlimur og Dánjal á Dul Jacobsen, fíggjarleiðari.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, Zakarias Wang, Jens Jákup Hansen og Jónfinn Stenberg
26-03-2024