Góðan morgun Føroyar

Ummælarar hálova Brimheim
21-09-2021
- Plátufelagið hevur havt úr at gera síðani konsertina leygardagin, so eg haldi heilt víst, at vit merkja ein øktan áhuga, sigur Helena Heinesen Rebensdorff.

- Eg vildi ynskt, at eg kundi sagt, at tað, sum ummælarar siga og skriva, als ikki hevur týdning fyri meg, men eg má viðganga, at tað hevur tað onkursvegna. Og eg eri sera glað beint nú.

Orðini eigur Helena Heinesen Rebensdorff, sum leygarkvøldið hevði konsert í Musikhuset í Århus, har Spotfestivalurin er.

Konsertin, sum vardi í góðar 30 minuttir, gekk sera væl. So mikið væl, at ummælarin hjá Soundvenue hevur givið Brimheim seks út av seks møguligum stjørnum. Eisini Gaffa letur sera væl at konsertini og gevur fimm stjørnur.

- Eg hevði eina sera góða kenslu, meðan eg stóð á pallinum. Eg og bólkurin hava spælt nógv, og øll framførslan gekk bara akkurát, sum hon skuldi, sigur Helena Heinesen Rebensdorff.

Í morgunsendingini fortaldi hon um konsertina, og hvussu tað er at fáa so góð ummæli.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024
Veðrið, neurlogiskar sjúkur hjá børnum, summarlega hjá Reyða krossi og føroyskir mentanardagar í New York
02-04-2024