- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
Náttúran er gagnlig fyri sálarheilsuna
22-09-2021
Ung, ið stríðast við eitt nú strongd, tunglyndi ella angist, hava møguleika at vera við í einum heystskeiði í náttúruterapi
- Kanningar vísa, at bara við at vera úti í náttúruni í 20 minuttir, kunnu vit máta hvussu hjartarútman og blóðtrýstið fara niður, og strongdhormonið, kortisol, í blóðinum lækkar. Okkara nervaskipan verður sissað og tað verður lættari at finna ró í sær sjálvum. Náttúran setur ongi krøv og ger at okkara uppmerksemi kann hvíla. Tað siga Róa Midjord, kliniskur gestalt psykoterapeutur, og Jensia Brodersen, ið hevur lisið gestaltterapi.
Tað er ein framíhjárættur hjá okkum í Føroyum, at náttúran er so nær. Skjótt og lætt er at finna støð, har tú ikki verður órógvað av gearndismeldrinum. Og tað er nakað, sum vit øll kunnu fáa nakað gott burturúr.
Meira fæst at vita á heimasíðuni nttp.fo
Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Hanus Kjølbro, Eivør, Leif Hansen, Hanne Marit Modal Iversen, og Erna Lava Olsen
27-03-2024
Veðrið, slipsið hjá Williami Heinesen, sangleikurin 'Vakurleikin & Beistið"
14-03-2024
Veðrið, ársins sjúkrarøktarfrøðingur, Terji Rasmussen og ein nýggjur sangur, bókaútsøla og javnstøða í fótbólti eru evnini hesa ferð
12-03-2024