- Tíðindi, mentan og ítróttur
Okkara partur skal ikki liggja eftir
10.10.2021 - 11:57
Ítróttur›Hondbóltur
Okkara partur skal ikki liggja eftir
Turið Arge Samuelsen og hinar á kvinnulandsliðnum fáa forkunnuga hondbóltsvitjan seinnapartin.
Føroyar og Danmark spæla í Høllini á Hálsi.
Og tað slepst ikki uttanum, at Sandra Toft, Anne Mette Hansen og hinar á danska kvinnulandsliðnum eru stórfavorittar at vinna dystin.
Tað vita tær eisini væl í føroyska landsliðshópinum.
Men tað er í øllum førum eitt, sum er umráðandi fyri tann føroyska hópin.
- Kunnu vit siga eftir dystin, at vit løgdu alla orku í avrikið, so kunnu vit vera nøgdar. Okkara partur skal ikki liggja eftir, sigur Turið Arge Samuelsen.
Sjónvarpið vísir dystin millum Føroyar og Danmark. Vit byrja at senda 16.05, sjálvur dysturin byrjar klokkan 16.15.
Tak niður
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV