Munur verður gjørdur á politinum í Føroyum og í Danmark

11.10.2021 - 12:33
Innlendis112
Munur verður gjørdur á politinum í Føroyum og í Danmark
Føroya Politistafelag hevur sent Føroyanevndini á Fólkatingi bræv, har felagið kærir sína neyð og sigur seg vera afturúrsiglt í mun til politiið í Danmark
Absalon Áargarð heldur, at politiið í Føroyum verður afturúrsligt í mun til poliitið í Danmark
Mynd: Savnsmynd  

Føroya Politistafelag hevur sent Føroyanevndini á Fólkatingi bræv, har felagið kærir sína neyð og sigur seg vera afturúrsiglt, tá ið hugt verður eftir umstøðunum og nútímansgerðini hjá politistum í Danmark.

Formaðurin í føroyska politistafelagnum, Absalon Áargarð, vísir í brævinum m.a. á gamla KT-tøkni og lækkandi tal av politistum í Føroyum.

Absalon Áargarð sigur, at hóast vantandi dagføringar á fleiri økjum, so er kortini eisini framburður hjá føroyskum politistum, til dømis hava tey júst fingið nýggja politistøð, og nýggjur skjótivøllur verður tikin í nýtslu í næstum.

HOYR SAMRØÐUNA VIÐ FORMANNIN Í POLITISTAFELAGNUM. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652