- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsbankastjórin: Takið rentustuðulin av
12.10.2021 - 11:27
Innlendis›Samfelag
Landsbankastjórin: Takið rentustuðulin av
Malan Johansen heldur, at verður stuðulin tikin av í stigum, fer vøksturin í sethúsaprísinum at minka
Tíðin er búgvin at avtaka rentustuðulin.
Tað segði Malan Johansen, stjóri í Landsbanka Føroya, tá hon var gestur í Breddanum fyrrapartin.
Tað var í sambandi við trýstið á bústaðarmarknaðinum, at stjórin í Landsbankanum mælti til at gera broytingar í rentustuðlinum. Eitt trýst, sum er íkomið, tí eftirspurningurin eftir bústøðum er nógv størri enn útboðið.
Landsbankastjórin heldur, at beinleiðis avleiðingin av eini slíkari broyting hevði verið, at prísvøksturin í sethúsaprísum verður tálmaður.
Hoyr brot úr Breddanum. Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum á middegi.
Øll sendingin kann hoyrast her.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV