Hallur Hansson: kundi verið endaður í kýpriotiskum oddaliði

14.10.2021 - 17:04
ÍtrótturFótbóltur
Hallur Hansson: kundi verið endaður í kýpriotiskum oddaliði
Liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum skal spæla við Vejle Boldklub, tað ið eftir er av árinum, men hann kundi eins væl verið endaður í kýpriotiskum toppfelagi
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
Hallur Hansson í dystinum ímóti Skotlandi týskvøldið

Liðskiparin á føroyska fótbóltslandsliðnum, Hallur Hansson, skal spæla við Vejle Boldklub, tað ið eftir er av árinum. Tað kunngjørdi danska superligafelagið fyrr í dag.

Men miðvallarin kundu eins væl verið endaður í einum kýpriotiskum toppfelagi, sigur hann við kringvarpið. 

 - Vit tosaðu nokkso leingi við Apollon Limassol á Kýpros, sum er eitt toppfelag har niðri, sigur Hallur Hansson.

 - Tað er nakað heilt annað, enn tað, sum eg fyrr havi roynt, og allir partar av avtaluni vóru góðir.

Tað stóð ímillum føroyska miðvallaran og ein annan, men okkurt hendi, sum gjørdi, at hin fekk fyrimunin, samstundis sum samráðingarnar drógu út, og tí eydnaðist ikki at fáa eina avtalu í lag, fortelur landsliðsliðskiparin, sum eisini hevði tilboð úr donsku superliguni og Norra.

Hallur Hansson gavst í AC Horsens í summar, og síðan hevur hann leitað eftir nýggjum felagi. Hann viðgongur, at hann kanska hevur bíðað ov leingi við at taka eina avgerð.

 - Ja, tað kann gott vera, men støðan broytist allatíð. Hinar møguleikarnar, sum eg fekk; eg angri tað ikki. Tá eg stóð í støðuni, var tað ikki rætta valið, sigur Hallur Hansson.

Avtalan við Vejle, sum miðvallarin er glaður fyri, er bert galdandi til 1. januar - eitt tíðarskeið, har Vejle spælir sjey dystir.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010