Góðan morgun Føroyar

Serstøk ílega í føroyska rossinum er hótt
20-10-2021
DMRT3 ílegan, eisini nevnd Tølt-ílegan, í teimum føroysku rossunum er hótt. Bert trý føroysk ross eru eftir, ið hava hesa serstaku ílegu

DMRT3 ílegan ger, at rossið fær serligar førleikar til rørslu og verður rossið sera gott at ríða.

Mett verður, at henda serliga ílega, stavar frá einum úrbregði sum hendi einaferð í víkingatíð. Av tí at rossini, ið hava hesa íleguna, gerast serliga góð at ríða og hava gott sinnalag, er hugsandi, at víkingar hava valt hesi rossini fram um onnur ross.

Íslendska rossið, sum er nær skylt tí føroyska og við sama uppruna, er kent um allan heim, orsaka av sínum eginleikum til tølt og sítt góða sinnalag.

Kanningar hava staðfest, at bert trý føroysk ross eru eftir ið hesa serligu ílegu, og tí siga tey frá felagnum Føroysk Ross, at nú má okkurt henda, um DMRT3 ílegan skal varðveitast í føroyska rossinum. 

Longri grein um íleguna kann lesast her

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024