Góðan morgun Føroyar

- Diagnosur kunnu vera ósjónligar
21-10-2021
- Tað er umráðandi at fólk hugsa seg væl um, áðrenn tey skelda inná atburðin hjá sínum næsta. Talan kann vera um atburð, sum viðkomandi ikki hevur tamarhald á.

Ikki allar diagnosur síggjast, og tí kann hetta elva til keðiligar støður. Serliga, tá fólk ikki hugsa seg um. Tað sigur Durita Granada Thomasen, sum er mamma Ísak Emilio, sum hevur ADHD og autismu. 

Útsøgnin kemst av eini hendingini, sum hon og sonur hennara vóru út fyri í einum flúgvara í vikuni. Meðan flogið varð, fekk Ísak Emilio óró í kroppin og hevði nógv verbal og kropslig hábrøgd. Hetta fekk hann eisini at hoyra fyri frá einum fremmandum manni, sum sat frammanfyri. 

- Tað at fáa skeld frá einum fremmandum manni fyri nakað, Ísak Emilio ikki kann gera við, kendist mannminkandi. Óivað visti maðurin ikki av, hvussu nógv Ísak Emilio stríðist. Tí ynski eg, at øll hugsa seg betur um, áðrenn tey ilskast inná atburðin hjá øðrum. Tað sigur Durita Granda Thomasen, sum eftir hendingina valdi at gera vart við hetta á facebook. 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, Tróndur Patursson, Toni Dam, John Kjær, Sølvá J. Joensen
24-04-2024
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024