Samráðast við bretar um fiskivinnuavtalu

23.10.2021 - 12:01
InnlendisPolitikkur
Samráðast við bretar um fiskivinnuavtalu
Eingin avtala var millum londini í fjør
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Føroyska samráðingartoymið er í hesum døgum í bretska høvuðsstaðnum London, sum er karmur um samráðingar millum strandarlondini um makrel, svartkjaft og norðhavssild fyri 2022.

Umframt tær vanligu samráðingarnar verður eisini roynt at fáa eina fiskivinnuavtalu í lag við Bretland.

Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum. 

Bretland gjørdist nýtt strandarland í fiskivinnuhøpi eftir Brexit. Í tí sambandinum var roynt at fáa eina fiskivinnuavtalu í lag millum Bretland og Føroyar í fjør, men bar tað ikki á mál. 

Hesaferð vónar landsstýrismaðurin, at ein avtala spyrst burturúr samráðingunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819