Suðuroyartunnil: Bíða enn eftir teknisku kanningunum

26.10.2021 - 14:01
InnlendisPolitikkur
Suðuroyartunnil: Bíða enn eftir teknisku kanningunum
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, mælir til, at landsins partur av Suðuroyartunnilin fer av løgukarminum á fíggjarlógini
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslu- og fíggjarmálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  

Teknisku kanningarnar av Suðuroyartunlinum eru ikki lidnar, men tá arbeiðið er liðugt, verður farið at kanna fíggingarleistin og at stovna partafelagið, sum skal byggja og reka tunnilin.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í samferðslu- og fíggjarmálum.

Seinastu dagarnar hevur spurningurin um tunnilsgjaldið aftur verið nógv umrøddur, eftir at ein frágreiðing um Suðuroyartunnilin varð løgd fram fríggjadagin.

Og Jørgen Niclasen hevur verið mintur á, at hann hevur lovað, at tað skal vera ókeypis at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum.

Landsstýrismaðurin sigur, at ein samferðslubólkur í samgonguni viðger m.a. henda spurningin.

Jørgen Niclasen mælir til, at landsins partur av Suðuroyartunlinum verður fíggjaður av løgukarminum á fíggjarlógini.

Hoyr samrøðu, sum Hallur av Rana gjørdi við Jørgen Niclasen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887