- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seta ikki fleiri avmarkingar í verk
27.10.2021 - 17:45
Innlendis›Heilsa
Seta ikki fleiri avmarkingar í verk
Neyðugt er at standa saman um at halda frástøðu, tí smittan má berjast niður, sigur løgmaður
Í løtuni eru ongar ætlanir um at seta fleiri avmarkingar í verk.
Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, nú koronusmittutølini halda fram at vaksa og seta met.
Men neyðugt er at standa saman um at halda frástøðu, tí smittan má berjast niður, sigur hann. Í løtuni eru umleið 500 fólk smittað.
Ófráboðaðir spurningar vóru í tinginum í dag, og tá segði løgmaður, at kanska verður neyðugt at kanna við landamarkið aftur, men tað verður ikki gjørt enn.
Hoyr ljóðbrot við Bárði á Steig Nielsen.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.
Tak niður
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV