Ein tíggjundapartur er boraður

27.11.2021 - 15:29
InnlendisSamfelag
Ein tíggjundapartur er boraður
Higartil eru boraðir tilsamans 470 metrar í báðum tunlunum norður um Fjall. Arbeiðið gongur væl, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon.
Í Árnafirði.
Mynd: Pól Sundskarð  

Báðir tunlarnir verða boraðir úr Árnafirði.

Millum Árnafjørð og Ánir eru boraðir 130 metrar, og millum Árnafjørð og Hvannasund eru boraðir 340 metrar.

Byggifelagið Articon ger arbeiðið, og arbeitt verður alt samdøgrið.

Arbeiðið gongur væl, men tilfarið í fjallinum er eitt sindur misjavnt, og fyri at binda um heilan fingur er gjørt av at steingja ferðsluna í gomlu tunlunum, meðan sprongt verður, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon.

Árnafjarðartunnilin verður umleið 1900 metrar langur og Hvannasundstunnilin umleið 2200 metrar langur. Harumframt eru vegir til tunlarnar.

Løgtingið hevur játtað tilsamans 522 milliónir kr. til báðar tunlarnar, sum skulu verða lidnir á heysti í 2024.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010