Góðan morgun Føroyar

Corned beef í kjallaranum millum bestu jólaminni
01-12-2021
Í sínum nýggja sangi, Klokkublús, varpar Uni Debess ljós á jólini á ein øðrvísi hátt

Karamellur, grantrø, hugni og gleðisstundir er tað, sum aloftast verður sett í samband við jólini. Ikki minst í jólasangum. Men nýggi jólasangurin hjá Una Debess hevur eitt annað sjónarhorn.

- Hetta er ein roynd at fáa fólk at steðga á og hugsa um, hvat jólini í veruleikanum snúgva seg um.

Einki verður ballað inn í tekstinum. - Børnini syngja um eini gleðilig jól. Sum um vit kunnu krógva, at materialisman gleðina stjól, syngur hann.

Tað eru ikki altíð tær dýru gávurnar, sum vit minnast. Hinvegin er tað tað, sum kenslur eru lagdar í. Sjálvur minnist Uni Debess væl ein knív, sum pápin, Per Debess gjørdi. Tað er ein gáva, sum framvegis hevur stórt virði í hansara hugaheimi.

Tey flestu stremba eftir, at alt skal ganga upp í eina hægri eind á jólum, men millum dýrabarastu jólaminni hjá Una Debess er, tá hann og pápin sótu í kjallaranum og ótu corned beef úr blikki, sum var hitað á einum primus.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, FC Hoyvík, Jens Thorolf Nolsøe Dam, Yppa, fiskikapping
23-04-2024
Veðrið, Tjóðskjalasavnið og tey 17 heimsmálini hjá ST á bókasøvnunum
22-04-2024
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
17-04-2024
Veðrið, trygd í psykiatriini, nýggj útvarpssending, Suðuroyggjar og Grøni háskúlin
16-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024