Meg minnist

Meg minnist
05-12-2021
Jógvan Arge hittir Janus Jensen á Toftum 7. og seinasta sending.

Janus Jensen gekk í gamla skúla á Toftum og flutti í nýggjan skúla í 1958. Nes sóknar kommuna bygdi í 50unum skúlar í Søldarfirði, á Glyvum og á Toftum. Realdeild varð skjótt stovnað á Glyvr-um og 7. og 8. flokkur hildu til á Toftum. Janus fór í realskúla á Glyvrum. Haðani á studentaskúlan í Hoydølum. Tók læraraprógv í Havn í 1976 og fekk starv í Runavíkar skúla. Har var Janus í 20 ár, til hann fór á fólkaskúladeildina í mentamálaráðnum. Haðani gekk leiðin á Læraraskúlan sum undir-vísingarleiðari. Skúlin kom nú undir Fróðskparasetrið, og Janus var dekanur eina tíð, til hann gavst fyri aldur í 2017.

Meg minnist

Sendirøðin Meg minnist byrjaði í 2009. Í røðini leggur Jógvan Arge dent á at fáa fólk at siga frá slíkum, sum tey vita og hava upplivað. Sjálvt heitið á sendirøðini er ikki nýtt. Niels Juel Arge brúkti navnið í mong ár til sínar samrøðusendingar, og Jógvan ásannar, at ringt er at finna eitt betri felagsheiti fyri slíkar sendingar.
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen úr Leirvík. 5. og seinasta sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 4. sending.
11-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 3. sending.
07-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 2. sending.
03-12-2023
Jógvan Arge hittir Dánjal Andreasen í Leirvík. 1. sending.
26-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 3. og seinasta sending.
19-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi løgtingsmannin Alfred Olsen av Toftum. 2. sending.
12-11-2023
Jógvan Arge hittir fyrrverandi tingmannin Alfred Olsen av Toftum. 1. sending.
05-11-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Seinna sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Svanbjørg Manai í Havn. Fyrra sending.
20-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 5. og seinasta sending.
15-10-2023
Jógvan Arge hittir Petur Simonsen úr Fuglafirði 4. sending.
08-10-2023