Brúksskyldan verður helst broytt

08.12.2021 - 13:39
InnlendisPolitikkur
Brúksskyldan verður helst broytt
Í hoyringarsvari ávarar felagið Línuskip ímóti skipanini, tí hon kann hava vanlukkuligar avleiðingar fyri línuskipini næsta ár
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, fer væntandi broyta reglurnar um brúksskyldu, áðrenn tær koma í gildi.

Broytingarnar um brúksskyldu í broytingaruppskotinum til sjófeingislógina verða helst broyttar aftur, áðrenn tær koma í gildi.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Felagið Línuskip ávarar um skipanina við 30 prosent brúksskyldu.

Henda skipanin sigur, at hevur tú ikki brúkt meira enn 30 prosent av fiskidøgunum ella árskvotuni, fellur munurin millum tað, ið er brúkt, og 30 prosent, aftur til landið.

Felagið Línuskip sigur, at hetta kann fáa vanlukkuligar avleiðingar fyri línuskipini næsta ár, tá hugsað verður um toskin á Flemish Cap.

Tað er óheppið, at tað koma so nógvar broytingar í lógini um sjófeingi, tí tað skapar órógv, heldur Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi og limur í vinnunevndini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.

Pison er eitt av frystilínuskipunum. Felagið Línuskip ávarar um skipanina við 30 prosent brúksskyldu.

 
Er kopiera

Tak niður

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585