Góðan morgun Føroyar

Jólaheilsanir úr Keypmannahavn í klønum tráð
08-12-2021
Hetta er ein siðvenja, sum vit fegin vilja fjálga um, sigur Sissal Kampmann, leiðari í Føroyahúsinum

At útisetar senda jólaheilsanir í útvarpinum er rættiliga gamal siður.

Føroyingar í Danmark byrjaðu at senda jólaheilsanir heim til Føroya um Kalundborg radio longu í 1930'unum.

Summi væntaðu, at siðurin at senda jólaheilsanir fór at enda, tá útvarpið byrjaði at senda í 1957, men so bleiv ikki.

Gamaní eru tær ikki eins nógvar og fyrr, men framvegis er tað fyri fleiri ein heilt serstøk og fjálg løta, tá jólaheilsanirnar ljóma úr lurtinum.

Mong eru tey, sum næstan ikki duga at imynda sær eini jól uttan jólaheilsanir frá útisetum.

Men heilsanirnar úr Keypmannahavn eru í vanda í ár. Sissal Kampmann, leiðari í Føroyahúsinum sigur, at heilsanir vanliga plaga at verða tiknar upp, tá jólahaldið er í húsinum.

Hesa ferð var haldið avlýst og annar dagur ásettur, tá jólaheilsanir skuldu lesast.

Av onkrari orsøk tykist tann boðskapurin ikki at vera komin væl út, ti bara ein persónur teknaði seg.

Nú ger Føroyahúsið tó eina nýggja roynd.

Sunnudagin 12. desember verða fólk boðin í Føroyahúsið at bera sínar jólaheilsanir.

Áhugað verða biðin um at senda teldubræv til info@fohus.dk ella ringja á telefon 28 35 33 07 og tekna seg.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024