Nón

Tað kann seta djúp merki, tá smá børn vera tikin frá sínum foreldrum
18-01-2022
Í sendingini "Mjadnabørn" verður lýst, hvussu smá børn vóru send til viðgerðar í Danmark, einsamøll. Slíkar upplivingar kunnu merkja børn fyri lívið, sigur sálarfrøðingur.

Í 1950´unum og 60´unum vóru 33 føroysk børn send til viðgerðar í Danmark fyri mjadnasjúku.
Har lógu tey fastbundin við beininum í spenni í yvir tvey ár, uttan at hava foreldur ella onnur avvarðandi hjá sær. Tí tað kravdi viðgerðin.
Børnini vóru rættiliga smá, tá tey vóru send niður. Jógvan Andrias Joensen, tað eina barnið í sendingini, var trý ára gamal og Thorbjørn Joensen var fimm ár.

"At børn vera tikin frá sínum foreldrum í so ungum aldri, kann seta djúp spor. Tí tilknýtið til tey vaksnu, sum skulu geva teimum kærleika, nærleika og tryggleika, verður brotið". Tað sigur Anna Debes Hentze, sálarfrøðingur, sum millum annað hevur arbeitt við børnum í Barnaverndini og á Psykiatriska deplinum.

"Tað hevur sera stóran týdning, at smá børn fáa kærleika frá sínum foreldrum ella øðrum nærverandi persónum, tí fær barnið ikki hesa umsorgan, kann tað trekkja seg inn í seg sjálvan, og hava torført við at knýta seg aftur til onnur. Hetta kann elva til avbjóðingar seinni í lívinum. Mjadnabørnini hava harumframt ligið fastspent, og slíkar traumatiskar upplivingar kunnu elva til sálarligar trupulleikar", sigur Anna Debes Hentze.

Lurtið eftir samrøðuni við Dagmar Joensen Næs, dokmentarleikstjóra. sum greiðir frá sendingini "Mjadnabørn" og Onnu Debes Hentze, sálarfrøðing, sum greiðir frá, hvat tað kann gera við eitt barn, at vera tikið frá sínum foreldrum í so ungum aldri, til eitt fremmant land og til eitt fremmant mál.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022