Góðan morgun Føroyar

Barbara og Edvard skulu reka hotel á Bornholm
21-01-2022
Frá 1. mars fer parið úr Nólsoy at reka Hotel Klippen, sum liggur í Gudhjem á Bornholm. Her fara Barbara og Edvard at brúka sínar royndir frá Maggies og ferðavinnuni í Nólsoy.

- Nú geva vit tí eina roynd, og so síggja vit, hvussu tað gongur. Vit tíma tað í hvussu er ordiliga væl.

Orðini eiga tey bæði Barbara Andreasen og Edvard Skúvadal, sum í næstum fara at reka Hotel Klippen, sum liggur í Gudhjem á Bornholm. Ein býur, sum telur umleið 800 íbúgvar.

Í hálvtannað ár hava Barbara Andreasen og Edvard Skúvadal rikið Maggies í nólsoy, men frá 1. mars fara tey at brúka royndirnar, tey hava frá tíðini á Maggies og ferðavinnuni í Nólsoy, á hotellinum í Gudhjem. Eitt hotell, sum hevur 22 kømur og eina matstovu.

Í morgunsendingini fortelja tey um nýggja ævintýrið á Bornholm.

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.   Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500 Góðan morgun Føroyar á Facebook (letur upp í nýggjum kaga)
Veðrið, kapping, Nólsoyarstova, MC-gudstænasta
19-04-2024
Veðrið, tema um trygd á arbeiðsplássinum, tannrøktarin
18-04-2024
Veðrið, eldraleikir, Sansa Føroyar, á Dungasandi
18-04-2024
Veðrið, javnstøða, 5G
15-04-2024
Veðrið, dýr atgongumerki, stuðulskonsert, nýggjur sangur
11-04-2024
Veðrið, fartelefonir í skúlunum, umhvørvisangist, serfrøðingur um spiral
10-04-2024
Veðrið, kelidjór og sorg, samskiftisavbjóðingar, nýggjur skannari á LS
09-04-2024
Veðrið, føroysk ross, ferðavinna
08-04-2024
Veðrið, kapping, hondbóltsskaði og blues tónleikur
05-04-2024
Veðrið, Mett fyri minni, talgildur lesiingur, lívssøgur
04-04-2024
Veðrið, sethúsamarknaður og bústaðarbyrða, landsdystur í hondbólti, gartnari
03-04-2024