Espersen: Líkist ongum at krevja nakað afturfyri

22.01.2022 - 11:25
InnlendisPolitikkur
Espersen: Líkist ongum at krevja nakað afturfyri
Tað líkist ongum, at Føroyar skulu krevja nakað afturfyri, at ein radari verður bygdur í Føroyum, sum NATO kann brúka, heldur Søren Espersen í Danska Fólkaflokkinum.

- Eg eri bæði ovfarin og eitt sindur skelkaður av, at føroyskir politikarar krevja nakað afturfyri, at ein radari verður settur upp í Føroyum, sigur Søren Espersen.

Fólkafloksumboðini Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur søgdu í gjár, at Føroyar eiga at krevja nakað afturfyri, um radari skal byggjast í Føroyum.

- Eg haldi ikki, at vit glaðbeint skulu siga ja til ein radara í Føroyum, tí tað eru ikki føroyingar, sum hava brúk fyri einum radara, segði Jacob Vestergaard.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði í útvarpstíðindunum í gjárkvøldið, at tað kemur ikki upp á tal, at Føroyar fara at seta sum krav at fáa nakað aftufyri, tildømis eina fríhandilsavtalu, fyri at seta radara upp í Føroyum.

Trygdarpolitikkur er ikki ein søluvøra, segði hann, men legði afturat, at við at vísa vælvild og samstarvshuga kunnu møguleikar, eisini handilsmøguleikar, stinga seg upp.

Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá danska verjumálaráðharranum, Trine Bramsen, men tað hevur ikki eydnast. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012