- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jambalaja
Jambalaja - Jambalaja nummar hundrað!!!
22-01-2022
Sending við countrytónleiki
Eftir sum hetta er sending nummar 100, verður nakað serligt gjørt burtur úr manninum, sum er upphavið til sangin, ið sendingin eitur eftir, Hank Williams, og eftirkomarum hansara. Eisini fáa tit uppskriftina upp á Jambalaja - døgurðarættin altso - seinast í sendingini.
Jambalaja
Jambalaja er tónleikasending við countrytónleiki sum útgangsstøði, men sum eisini ferðast í sjangrunum, sum hava givið countrytónleikinum íblástur, serliga fólkatónleik av bretskum, norðurlendskum og latínamerikanskum uppruna.
Sendingin er eitt bland av bæði nýggjum og eldri tónleiki har roynt eisini verður at siga søgurnar handan sangin.
Vertur er Ingi Samuelsen.