Funnu bjargingarbátarnar

17.04.2022 - 18:00
Innlendis112
Funnu bjargingarbátarnar
Fáar tímar eftir, at partrolarin sakk, var Tjaldrið á staðnum at leita eftir vraklutum
Savnsmynd av Eysturbúgvanum

Einans olja á sjónum var at síggja á knattstøðuni har Eysturbúgvin sakk hósmorgunin. 

Tað upplýsir Jørgin Joensen, skipari á Tjaldrinum. Fáar tímar eftir, at partrolarin sakk, var Tjaldrið á staðnum at leita eftir vraklutum. 

Tað var beint fyri klokkan fimm hósmorgunin, at partrolararnir Vesturbúgvin og Eysturbúgvin stoyttu saman, meðan teir vóru á gullaksaveiðu suðuri ímóti markinum sunnanfyri Føroyar. 

Eftir stuttari løtu sakk Eysturbúgvin. Øll manningin, sum taldi sjey, var bjargað umborð á Vesturbúgvan við MOB bátinum.

Hoyr alla samrøðuna við Jørgin Joensen, skipara á Tjaldrinum, við at trýsta á pílin undir myndini. 
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652