Magnus bíðar eftir ráðum um tøkugjald

13.05.2022 - 15:13
InnlendisPolitikkur
Magnus bíðar eftir ráðum um tøkugjald
Formaðurin í fíggjarnevndini vil broyta tøkugjaldið, so landskassin fær meira í sín part av høgum laksaprísum. Men landsstýrismaðurin vil fyrst hoyra Búskaparráðið

Tøkugjaldið, sum alivinnan rindar landskassanum fyri at brúka firðir og sund til sítt alivirksemi, eigur at broytast, so landskassin fær meira í sín part, tá laksaprísurin er høgur.

Tað sigur Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini hjá løgtinginum.

Sambært galdandi lóg verður tøkugjaldið fyri føroyskan alilaks ásett eftir miðal altjóða marknaðarprísinum, soleiðis sum hann er ásettur á norska Fish Pool Index.

Trý stig eru í skipanini.

Er miðal prísurin lægri enn 32 kr/kilo, er gjaldið 0,5%.
Er miðal prísurin millum 32 og 36 kr/kilo, er gjaldið 2,5%.
Og er miðal prísurin 36 krónur ella hægri, er gjaldið 5%.

-Men laksaprísurin er nú farin uppum 100 kr/kilo. Og tí eigur alivinnan at kunna gjalda munandi meira í tøkugjaldi, heldur Erhard Joensen.

Hóast fíggjarnevndarformaðurin og samgongufelagin vil hava tøkugjøldini broytt, so ætlar Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í alimálum, sær tó ikki at broyta lógina beinanvegin.

Magnus Rasmussen vil fyrst bíða eftir góðum ráðum frá Búskaparráðnum. Landsstýrismaðurin vísir á, at formaðurin í Búskaparráðnum hevur sagt, at ráðið fer at koma við eini frágreiðing um m.a. júst tøkugjaldið. Frágreiðingin kemur seint í summar ella tíðliga í heyst, og hana vil landsstýrismaðurin sleppa at lesa, áðrenn hann tekur nakra avgerð.

Í fjør rindaði alivinnan 196 milliónir krónur í tøkugjaldi til landskassan. Árið fyri, í 2020, rindaði alivinnan 82 milliónir í tøkugjaldi, tí laksaprísirnir hetta árið vóru lægri. Á fíggjarlógini fyri í ár verður roknað við 195 milliónum krónum í tøkugjaldi. Sambært Búskaparráðnum verður undirskotið hjá landskassanum umleið 150 milliónir í ár. Og sambært júst samtyktu fíggjarkørmum verður undirskotið á fíggjarlógini næsta ár 120 milliónir krónur, um eingi átøk verða gjørd.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Magnus Rasmussen.
 

 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887