Ein granni ger innrás

Ein granni ger innrás 1:4
17-05-2022
Sovjetsamveldið og Ukraina

Fyri at skilja stríðið í dag, mugu vit skrúva tíðina aftur til tíðarskeiðið við gamla Sovjetsamveldinum, og tíðina eftir sovjet fór í upploysn, tí tað var tá at Ukraina skuldi fóta sær sum land við eini demokratiskari stjórn. Eftir fyrra heimsbardaga var Ukraina sjálvstøðugt í nøkur ár - Fólkalýðveldi Ukraina, æt tað tá - men russarar gjørdu skjótt innrás og tískil gjørdist Ukraina partur av nýstovnaða Sovjetsamveldinum.

Ein granni ger innrás

Hvønn dag hoyra vit tíðindi frá ræðuleikunum í Ukraina. Men hví er tað kríggj? Og hví hevur Ukraina so stóran týdning fyri Russland? Vit royna at koma við einum svari í hesi sendirøðini. Og fyri at svara mugu vit fyrst og fremst vita meira um tað langa søguliga sambandið millum Ukraina og Russland. Í fýra sendingum kava vit niður í søguna hjá Ukraina - frá tá Sovjetsamveldið fall og Ukraina gjørdist sjálvstøðugt land, og til 24. februar í ár, tá russiskar herdeildir  fóru tvørturum ukrainska markið, og tað aftur varð kríggj í Evropa. Arnfríð Joensen Dahl leggur til rættis.
Friðarvarðveitandi herdeildir
20-05-2022
Tá Krim gjørdist russisk
19-05-2022
Dreymurin um vesturheimin
18-05-2022
Sovjetsamveldið og Ukraina
17-05-2022