Nón

Ljóðslóð um læknastríðið
18-05-2022
Tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík. At varpa ljós á søguna gevur bæði meining fyri ferðafólk og føroyingar, halda stigtakarar til nýtt ferðavinnutilboð.

Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá hava ment nýggja sonevnda ljóðslóð, ið varpar ljós á læknastríðið.  Ljóðslóðin er eitt ferðavinnutilboð, ið samantvinnar frásagnir og slóðir, ið til ber at ganga ella koyra runt um í Klaksvík. 

Ljóðslóðin er ment við stuðli frá Norðoya Kunningarstovu, Klaksvíkar Kommunu og Visit Faroe Islands, og er serliga ætlað ferðafólki, men eisini føroyingum. Í fyrstu syftu verður ljóðslóðin royndarkoyrt ókeypis á føroyskum.

- Vit halda, sum heild, at tørvur er á fleiri tilboðum til ferðafólk í Klaksvík, tí fóru vit undir ljóðslóðina. Læknastríðið er ein óvanlig, spennandi og áhugaverd søga, sum nemur við fleiri stór, almen samfelagslig evnir. Tí er søgan áhugaverd bæði fyri føroyingar og útlendingar at hoyra, halda stigtakararnar. Hetta er eisini ein roynd at líta aftur á okkara egnu søgu fyri at skilja samtíðina í dag, siga tey.

Frásagnirnar eru bygdar á eina rúgvu av keldum um læknastríðið. Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá eru varug við, at læknastríðið er eitt viðkvæmt evni. Tað hava tey tikið hædd fyri við millum annað at granska evnið væl, og lagt dent á at frásagnirnar eru fjølbroyttar, reflekterandi og umboða ymisk sjónarhorn.

Lurtið eftir samrøðuni við Jóhannu Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá sum greiða frá nýggju ljóðslóðini.

Nón

Sending, sum var at hoyra í útvarpinum frá 2017-2022. Nón er løtan á degnum um trítíðina seinnapart. Nón er eisini ein sending í útvarpinum, har karmurin er mentan og samfelag.  
Ælaveður er nýggj fløga eftir Paula í Sandagerði. Hoyr áhugaverda samrøðu við útlagda komponistin, sum altíð leingist aftur til Sandagerð.
01-07-2022
Pauli í Sandagerði. Anker Mortensen. Høgni Djurhuus.
24-06-2022
Høgni Djurhuus hugleiðir um vikuna, sum fer
24-06-2022
Høvuðsósemjan um grindadráp snýr seg grundleggjandi um samanstoyt millum ymsar tilverufatanir, sigur Arnbjørn Mortensen, søgufrøðingur, í nýggjari bók
24-06-2022
Stuttsøgukapping fyri sjúkrarøktarfrøðingar. Grindadrápið ímyndar ymsar tilverufatanir.
22-06-2022
Sjúkrarøktaretiska ráðið skipar fyri stuttsøgukapping. Endamálið er at varpa ljós á kompleksa yrkið, sum millum annað kann hava etiskar tvístøður við sær.
22-06-2022
Armslongdarmeginreglan og ummæli av "Løsrivelsen"
19-06-2022
Hugtøkini armslongd og listarlig góðska eru kompleks, og tí er tørvur á áhaldandi at skifta orð um tey, tá tað kemur til listastuðulsskipanir, halda viðmerkjarar
19-06-2022
Ummælararnir í Nón geva norðurlendska leikin "Løsrivelsen" 3 og 4,5 stjørnur.
19-06-2022
Tann 18. juni fyllir Sir Paul McCartney 80 ár. Vit manna eitt panel við fimm McCartney-kennarum.
17-06-2022
Listastuðulsskipanirnar í norðurlondum líkjast, men munir eru. Tí er relevant at deila vitan um eitt nú armslongd og listarliga góðsku, kom fram á norðurlendskum netverksfundi
17-06-2022
Endamálið við nýggja verkinum "Fuglar í Føroyum" er millum annað at dagføra vitanina um fuglar í Føroyum, og birta áhugan fyri teimum, siga høvundarnir
17-06-2022