- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar
- Eg visti ikki, hvør hevði sæð tær, og tað var ræðuligt.
Tí valdi Rakul, sum ein av fleiri kvinnum hesa vikuna, at leggja eina video út á instagram, har hon greiðir frá, at ja, tað er hon, sum er á nøkrum av hesum myndunum.
- Tað byrjaði við, at ein vinarlig sál segði mær frá hesum, og vísti mær skermmyndir av tí, sum hon hevði fingið, og tað var ræðuligt at uppliva. Men eg valdi beinan vegin at siga tað við míni nærmastu og mínar starvsfelagar, og tað hjálpti.
Nú sigi eg tað so fyri øllum.
Nógv eru tey, sum siga, at kvinnur bara kunnu lata vera við at taka og deila myndir, tí so er eingin trupulleiki, men hesum er Rakul ikki samd við teimum í.
- Tað hevur ongantíð verið, og tað fer ongantíð at vera skyldin hjá einum persóni, sum tekur intimar myndir av sær og deilir tær við sínum partnara, at tað fer til onkran annan. Tú kanst ikki hava skyldina fyri at onkur annar velur at deila myndir.
Sjálv sigur Rakul, at myndirnar av henni ikki eru nakrar, hon hevur sent, men heldur eru hetta skermmyndir av Skype samrøðum, myndir, sum hon hevði á telduni, sum onkur hevur fingið hendur á, og so eisini myndir, har hennara høvd talgilt er sett á ein annan kropp.
- Hetta síggi eg sum eitt slag av haturbeskeð, tí onkur velur at útstilla meg, og eg dugi ikki at ímynda mær, hvør tað kann vera, tí eg havi ikki konflikt við nakran.